TÍÐINDI

1. januar 1

Nýggja heimasíðan hevur verið í gerð síðan í fjør summar, og nú er hon klár at taka í nýtslu. Mangt á síðuni er broytt, og mangt er eisini nýtt. Her kanst tú lesa um nakrar av hentleikunum og broytingunum, vit hava gjørt.

Nýggja heimasíðan er eitt hamskifti innan og uttan, og tað kann tí henda, at henda krevur eitt sindur av tilvenjing hjá tær, sum vitjar síðuna og okkum, ið miðla viðurskiftir og tænastur hjá Tvøroyrar kommunu.

Heimasíðan er ment soleiðis, at tað skal vera lættari hjá vitjandi at finna vegin inn til viðkomandi tilfar og avgreiða viðurskiftir ein hevur hjá kommununi. Samstundis er heimasíðan gjørd soleiðis, at tað eisini ber til hjá kommununi lættari at røkka borgarum við viðkomandi kunning og tíðindum, samsvarandi tilverugrundarlagið hjá Tvøroyrar kommunu at hava borgarin í miðdeplinum, og virkar á einum fólkaræðisligum og burðardyggum grundarlagið soleiðis at kommunan er í einari støðugari menning vinnuliga, mentanarliga, sosialt og umhvørvisliga.

Vit royna eisini at gera okkara besta fyri at liva upp til loysunarorðini, sum snýr seg um at vera vakin. Vit halda eitt vakið eyga við KT-trygdini og okkara egnu handfaring av tínum dátum, sum tú kanst lesa meira um í okkara >>>persónsupplýsingarpolitikki.

Tín vegur inn og okkara vegur út

Heimasíðan er tín vegur inn og okkara vegur út. Hon er vegurin inn, tá tú skalt søkja eina tænastu ella kunna teg um okkurt. Og hon er vegurin út til tín, tá vit ynskja at minna teg á eina freist, kunna teg um dálkað vatn, geva tær eitt yvirlit yvir mentanarligu tilboðini í kommununi ella vilja vísa tær sumt av tí, sum vit hava fingið burturúr tínum skattakrónum.

Fyri at hesi bæði skulu bera til í sátt og semju, liggur ein partur av tí, sum vit vilja fortelja tær, sum temu. Júst sum hetta, tú nú lesur, og sum tú altíð finnur miðskeiðis úti á framsíðuni.

Send okkum tíni uppskot og viðmerkingar

Hevur tú okkurt gott hugskot til, hvussu vit kunnu gera síðuna betri og meira brúkaravinarliga, so vilja vit fegin hoyra títt uppskot. Vit taka fegin ímóti stórum og smáum rættleiðingum og ráðum.

Send okkum tíni hugskot til tvoroyri@tvoroyri.fo 

Hvat er umráðandi at vita?

Tú skalt vita, at vit eru farin út á Vangan við fleiri av okkara tænastum fyri at gera avgreiðslurnar og samskiftið millum teg og kommununa so trygt og gott sum gjørligt. Vit vilja tí viðmæla øllum borgarum at bíleggja Samleikan. Tí eftir ætlan fara vit sum frá líður út á Vangan við øllum okkara tænastum.

Hevur tú trupult við at nýta talgildar tænastur, kanst tú fáa onkran at hjálpa tær. Á Vanganum fara onnur, til dømis tíni avvarðandi, eisini at kunna søkja vegna teg. Øll sleppa í so máta uppí part í talgilda rákinum, sum fer fram í Føroyum fyri tíðina.

Tú kanst bíleggja Samleikan her: Bílegg Samleikan (samleikin.fo)

Tú sleppur inn á Vangan her: Vangin (vangin.fo)

Tørvar tær hjálp til at brúka Vangan, er góð hjálp at finna í videoleiðbeiningunum frá Talgildu Føroyar niðanfyri.

Vegleiðing til Vangan

Í videoleiðbeingini frá Talgildu Føroyar kanst tú síggja, hvussu tú brúkar Vangan. Hevur tú trupulleikar, er hjálpin at finna á heimasíðunum hjá Vanganum og Samleikanum.

Vangin (vangin.fo)

Samleikin (samleikin.fo)