Alment innlit og innlit í egið mál

Rætturin til skjalainnlit gevur øllum møguleika at fáa innlit í skjøl, sum ein myndugleiki hevur móttikið ella gjørt í samband við fyrisitingarliga viðgerð.

Hóast rættin til innlit hevur lógin fleiri undantøk, sum avmarka innlitið. Sum dømi kunnu nevnast: innanhýsis arbeiðs­­­skjøl, innlit í privat og fíggjarlig viðurskifti hjá einstak­lingum o.s.fr.

Umbønir um alment innlit í málsviðgerð í Tvøroyrar kommunu kunnu stílast til tvoroyri@tvoroyri.fo ella til býráðsskrivstovuna á tel. 611085. 

Er ein áheitan ikki játtað ella noktað innan 10 dagar frá móttøku, skal ein orsøk og kunning um, nær avgerð fellur, skriv­liga gevast tí, sum hevur biðið um innlit. Annars verður víst til fyrisitingarlógina og lógina um alment innlit.