Heystmarknaðurin byrjaði í 2019 og hevur verið sera væl umtóktur millum vitjandi og luttakandi.
Seinasta freist at umbiðja sær pláss, er fríggjadagin 30. september kl. 15:00. Gott er at verða í góðari tíð, tí avmarkað pláss er.
Tvøroyrar kommuna er partur av verkætlanini hjá Fólkaheilsuráðnum, ABC fyri sálarliga heilsu, og verður ljós varpað á hetta allan oktober mánað.
Árligi Heystmarknaðurin á Tvøroyri hevur egnu síðu á Facebook.