Jóansøkan verður hildin annað hvørt ár í Vági (líka ár) og annað hvørt ár á Tvøroyri (ólíka ár).
Skráin verður vanliga lýst stutt áðrenn, men tað liggur altíð fast, at kappróðurin er leygardag, tey vaksnu byrja umleið kl. 15 og barnaróðurin er áðrenn tað. Vanliga eru ymisk ítóttar- og mentanartiltøk á skránni umframt tivoli, hoppiborgir og annað undirhald til børnini.