Mentanarnáttin á Tvøroyri byrjaði sum eitt lítið, hugnaligt tiltak, men hevur seinastu árini veruliga ment seg til eitt stórt, savnandi tiltak, við alskyns tónleiki, fyrilestrum, barnatiltøkum og mongum øðrum á skránni.
Vanliga verður mentanarnáttin seinasta fríggjadag í mai, og í tíðini fram ímóti mentanarnáttini, fara vit at kunna nærri um einstøku tiltøkini, her á síðuni.