Umhvørvisvikan var fyrstu ferð fyriskipað í apríl 2018.
Endamálið við Umhvørvisvikuni er m.a. at varpa ljós á umhvørvið og tær avbjóðingar ið eru og fara at koma.
Átakið er eitt samstarv millum Tvøroyrar kommunu, Tvøroyrar skúla, ítróttar- og áhugafeløg og borgaran. Tað vil siga, at ein samantvinning av ítøkiligum ruddingarátøkum runt um í býnum, framløgum/fyrilestrum við umhvørvispolitiskum evnum umframt sosial tiltøk við tónleiki og ábitið.
VILT TÚ VERA VIÐ?
Um fólk, fyritøkur ella stovna hava eitthvørt tey vilja bjóða seg fram við í Umhvørvisvikuni, ber altíð til at senda ein teldupost til bn@tvoroyri.fo, ella at ringja 214614.