Tvøroyrar kommuna bjóðar eitt breitt úrval av frítíðartilboðum til borgarar í øllum aldri. 

Snaran og Eldrahugni eru tilboð til eldri borgarar, har tey kunnu hittast og njóta felagsskapin við javnaldrar.

Tvøroyrar kvøld- og ungdómsskúli bjóðar skeið og undirvísing til bæði børn og vaksin.

Vælveruvenjingar 65+ er eitt tilboð til eldri borgarar, sum ynskja at halda seg í form og styrkja sína heilsu.

Ungdómshúsið Pakkhús 4 er eitt stað, har ung kunnu savnast til ymiskt virksemi og hugna.