Dagtilhaldið Snaran er opin fyri eldri borgarum á Tvøroyri, gerandisdagar frá kl. 13:30 – 17:30.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Snaran, Miðbrekkan 2.
Snaran liggur sera væl fyri, mitt á Tvøroyri í húsinum, sum Føroya Sparikassi helt til í.
Navnið til húsið er ikki tikið úr luftini. Snaran var eitt gamalt tilhaldsstað, har tvøramenn fyrr hittust til túnatos. Tað var ein sessur av gróti, sum lá undir gamla ísvirkinum á keiini, har nakrir mans høvdu fast tilhaldsstað og har teir plagdu at hittast til túnatos og at loysa heimsins trupulleikar.