Vælveruvenjingar 65+

Tvøroyrar kommuna bjóðar eldri borgarum væl umtóktu vælveruvenjingarnar, har allir borgarar 65+ eru vælkomin. Vant verður sum vant í skúlahøllini í Trongisvági. Tó er hugsanin, at venjingarnar møguliga -viðhvørt- eisini verða á øðrum støðum – t.d. við Stórá og í nýggja kappróðrarneystinum. (Meira um hetta seinni.)

📅 Fyrsta venjingin verða í september, 🕓 Vant verður 2 ferðir um vikuna: vanliga týsdag og hósdag í tíðarskeiðinum kl. 16.00–17.00.

Fysioterapeutur stendur fyri venjingunum, sum eru lagdar eftir tilmælum frá Sundhedsstyrelsen um venjing til borgarar 65+.

🍎 Eftir hvørja venjing verður frukt og vatn at fáa, og er løtan aftaná venjing kærkomin møguleiki at fáa sær eitt prát í hugnaligari samveru.

💰 Kostnaður: 20 kr. fyri hvørja venjing.

Tvøroyrar kommuna er partur av ABC-verkætlanini fyri sálarliga heilsu hjá Fólkaheilsuráðnum.

👉 Lesið meir um verkætlanina og fylgið við tiltøkunum her