Her kanst tú finna upplýsingar um ítróttartilboð í Tvøroyrar kommunu.
Vit hava eina ítróttarhøll, svimjihøll, ítróttardepil við Stórá, sparkivøllir og eitt stórt kappróðrarneyst, sum kommunan hevur stuðlað byggingini av.
Tvøroyrar kommuna hevur eitt breitt úrval av ítróttarmøguleikum fyri allar aldursbólkar.
Frítíðarkortið, sum verður sent út til øll børn millum 0-18 ár í Tvøroyrar kommunu, kann nýtast til at gjalda fyri limagjald til ítróttarfeløg, kvøldskúla v.m.
Um tú hevur spurningar, uppskot ella tørvar hjálp, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.