Ítróttardepilin við Stórá hevur eina kapasitet á 1.600 áskoðarar, harav 324 sitipláss. Vøllurin er 105 metrar langur og 68 metrar breiður.
Karmarnir við Stórá, saman við stóru ítróttarhøllini í Trongisvági, eru millum eru millum teir bestu í landinum. Tvøroyrar kommuna ynskir at menna hesar deplar enn meira, við enn meira virksemi til frama fyri børn, ung og vaksin í ítróttar høpi.
Nýtt graslíki er lagt á vøllin við Stórá. Tað er av slagnum DOMO Vario Slide-S Pro, og er 6 cm høgt. Hetta graslíki er serliga umhvørvisvinarligt og hevur eina fyllu, sum er tundur.
Tvøroyrar Bóltfelag (TB) er heimaliðið við Stórá. TB hevur eina langa søgu og hevur spælt á vøllinum við Stórá síðan 2012, tá ið vøllurin varð tikin í nýtslu. TB er ein týðandi partur av ítróttarlívinum í Tvøroyrar kommunu og hevur havt fleiri minniliga løtur á vøllinum við Stórá.