Kommunan hevur tveir sparkivallir, sum eru væl umtóktir av bæði børnum og vaksnum. Annar sparkivøllurin liggur omanfyri skúlan í Trongisvági, meðan hin er staðsettur á Heiðavegi í Froðba.
Hesir sparkivallir eru partur av eini størri verkætlan, sum hevur til endamáls at menna fótbóltsspælið á smáu vallunum kring landið.
Sparkivallirnir hava standardstøddina 13x21 metrar og eru gjørdir úr graslíki.