Kulagjógv


Við Kulagjógv í fjøruni uttan fyri Froðba sæst eitt sera vakurt og áhugavert fyribrigdi av basaltstabbum, sum venda í ymsar ættir. Stabbaviftan í sjálvi gjónni skarar framúr, og kann minna um dansandi kvinnur.

Basaltstabbar stava frá niðurkølingini av basaltinum eftir at tað upprunaliga storknaði, longu tá tað var kølt niður á umleið 1000 0 C. Týðiligir stabbar gerast serliga, um basaltið verður kølt lutfalsliga skjótt niður, til dømis um lendið er vátt undir eini nýkomnari basaltflógv. Stabbarnir venda hornrætt á kølingina, so um kølingin kemur frá einum sløttum undirlag, gerast stabbarnir regluliga loddrættir, men um undirlagið er óslætt ella kølingin kemur frá ymiskum síðum, gerst stabbaskapið hareftir.

Tá vatn kemur at eini meiri enn 1000 0 C heitari grótbræðing, kókar tað í somu stund og kann spreingjast upp í bræðingina, sum tá verður sindrað sundur og kann storkna í størri og smærri brotpettum. Teir smæstu basaltbitlarnir gerast til (basalt)glas, meðan størri basaltbøklar storkna og fáa óregluligar stabbar, sum venda í ymiskar ættir.

Ein og sama basaltflógv, sum stavar frá eini tílíkari grótbræðing, kann sostatt í støðum hava javnar, regluligar stabbar, meðan hon aðrastaðnis kann vera syndrað sundur ella hava óregluligar stabbar við ymiskum mynstrum.

Kelda: Jarðfeingi

Kulagjógv, Froðba

Her liggur Kulagjógv:Her liggur Kulagjógv:

Lær um jarðfrøðiLær um jarðfrøði