Kolanámið í Rangabotni

Suðuroyggin er eisini tann einasta oyggin, sum hevur kol í so stórum nøgdum, at har hevur verið virkin kolavinna. 

Í fólkateljingini í 1801 búleikaðust einans 5.000 fólk í Føroyum, og dúvaðu føroyingar tá í tíðini upp á torv, so har var eingin áhugi fyri koli. Men harafturímóti vóru útlendingar, sum sóu møguleikar í kolagrevstri, eitt nú danir, sum eisini vóru áhugaðir í framleiðslu av koltjøru, og sviar, sum høvdu vónir um, at dýrabærur málmur goymdist í føroysku fjøllunum. 

Hesar vónirnar vóru so mikið ítøkiligar, at múgvandi svenska kvinnan Christina von Post, ið virkaði sum listakvinna í París, saman við fransmonnum stovnaði eitt franskt felag, ið keypti rættindini til kolið í Suðuroy. Hetta var í 1875, og í Suðuroy varð Christina von Post vanliga kallað Kolafrúan, tí hon setti so nógvan pening í kolið. Íleggjararnir vóru so vísir í, at sink, kopar og jarn fanst í kolanámunum í Suðuroy, at tey rindaðu nógvan pening fyri rættindini til kolagrevsturin. Tað man hava verið eitt stórt vónbrot fyri íleggjararnar, at eingin slíkur málmur var í Suðuroy. Christina von Post doyði í 1917, blóðfátæk.

Kolavinnan í Suðuroy var komandi og farandi upp gjøgnum tíðirnar. Føroyar vóru tá sum nú ávirkaðar av alheims búskapargongdini, og krakkið í Wall Street í 1929 elvdi til stórt arbeiðsloysi í Føroyum, eins og aðrastaðni. Tað eydnaðist tó, við hjálp frá lokalum vinnulívsfólki, at fáa gongd á aftur kolagrevsturin, har m.a. ljósur leirur, sum fanst í kolanámunum, varð sendur til Danmarkar, har hann varð brúktur á vatnverkunum at bloyta tað harða vatnið við. Hetta var leirur frá kolanáminum í Rangabotni.

Slóðir eftir útlendingar, sum upp gjøgnum tíðirnar hava verið virknir í føroysku kolavinnuni, síggjast aftur í eftirnøvnum í Suðuroy. Á Tvøroyri kunnu nevnast eftirnøvn sum Wiberg, Åkeson, Persson, Ahlén og Mårtensson, sum øll eru av svenskum uppruna. 

Kelda: stamp.fo