Í februar 1905 byrjaði arbeiðið við nýggju kirkjuni á Tvøroyri. J.A. Arge gjørdi eina skitsu av grundplaninum, og Viggo Bertram, arkitektur í Keypmannahavn, gjørdi tekning og kostnaðarætlan. Kirkjan skuldi vera 36 x 16 alin innan og 7 alin høg, og høvuðstilfarið skuldi vera høgt grót.
Arbeiði gekk væl til at byrja við, men í apríl steðgaði tað, m.a. tí J.A. Arge segði arbeiði frá sær. A/S J. Mortensen Eftf. bjóðaði at geva alt byggitilfarið, um kirkjan varð gjørd úr timburi.
Í januar 1906 mæltu amtmaðurin C. Bærentsen og prósturin Fr. Petersen til løgtingið, at einasti møguleiki var at byggja eina trækirkju. A/S J. Mortensen Eftf. stóðu fyri byggingini, og nýggja trækirkjan kom at líkjast uppruna grótkirkjuni.
Kirkjan varð smíðað uttanlanda á Strømmen Trævarefabrik A/S í Noregi. Arbeiði byrjaði um heystið í 1906 og varð liðugt í 1907. Kirkjan varð sett upp á Tvøroyri og var klár at taka í nýtslu um várið 1908. Vígslan fór fram á Kr. Himmalferðardag sama ár.
Kirkjan kann vitjast eftir avtalu við at ringja til Bergur V. Stórhamar, Tel. 37 17 95 / 21 37 95