Tvøroyrar kommuna bjóðar barnaansing kl. 06.30 á morgni
Talan er um eina royndarskipan, sum byrjar eftir summarferina og verður fyri fyrst galdandi árið út, og verður eftifylgjandi eftirmett.
Ein av mest umrøddu og drúgvastu byggimálsviðgerðum í Føroyum hevur í dag fingið eina nýggja og endaliga fyrisitingarliga støðu. Føroya Kærustovnur hevur staðfest, at málsviðgerðin hjá Tvøroyrar kommunu av viðgerðini av byggiloyvinum til P/F Varðin Pelagic hevur verið lóglig og røtt.
Løgtingið hevur við aðru viðgerð samtykt uppskotið um at geva P/F Suðuroyartunlinum heimild at fara undir fyrireikingarnar til Suðuroyartunnilin. Hetta merkir, at tunnilsverkætlanin nú er komin so nær at verða veruleiki, at tað endiliga sýnist vera bjørt vón fyri Suðuroynna og suðuroyingar.
Við hesi avgerð hevur Løgtingið tendrað eitt bjart og treytaleyst ljós fyri framtíðina hjá Suðuroynni. Fólk og vinnulív í Suðuroynni hava í áratíggju longst eftir veruligari trygd, sambandi og framtíðar vónum ájavn okkara oyggjagrannar fyri norðan – og í dag varð eitt risastig tikið á leiðini móti hesum.
Væntandi verður triða og og endalig við gerð av uppskotinum samtykt um tvær vikur, og kann tá tunnilsfelagið byrja uppá at projektera Suðuroyartunnilin.
Umhvørvismálaráðið staðfestir avgerðina hjá Umhvørvisstovuni hin 25. november 2024 um at geva umhvørvisgóðkenning við til lýsing av virkseminum og teimum treytum, sum settar eru í góðkenningini. Umhvørvismálaráðið metir ikki, at tekniligu og sakkønnu metingarnar hjá Umhvørvisstovuni geva høvi til iva mál. Sum málið er lýst, er grundarlag ikki fyri at seta metingarnar hjá Umhvørvisstovuni til viks.
Tvøroyrar kommuna hevur avgjørt at keypa bygningin hjá Føroya Banka á Tvøroyri, sum liggur á Sjógøtu 2. Eitt samt býráð hevur samtykt uppskotið frá borgarstjóranum og umsitingini, ið hava samrátt við leiðsluna hjá bankanum um ein keypssáttmála og eina leiguavtalu.
Frá 1. apríl 2025 verður tað Hotel Tvøroyri, sum kemur at reka kantinuna í Ítróttarhøllini í Trongisvági.
Tvøroyrar býráð hevur samtykt at taka av tilboðnum frá Hotel Tvøroyri, sum hevur víst áhuga fyri at reka kantinuna. Hetta merkir, at gestir og luttakarar á ymiskum tiltøkum í høllini framyvir kunnu gleða seg til eina betraða tænastu og góðan mat úr hondum hjá royndum staðbundnum aktørum.