Á hesari síðuni kanst tú finna upplýsingar og hjálp til íverksetan.

Her kanst tú eisini lesa um møguleikar fyri hópfígging og fáa at vita, hvussu tú kanst stovna eitt virki.

Tá ið tú stovnar virki, eru nøkur týðandi ting at hugsa um. Hevur tú vinnuliga sølu av vørum og tænastum fyri meira enn 50.000 krónur í 12 mánaðir, skalt tú skráseta teg í vinnuskránni hjá TAKS

Íverksetarahúsið veitir almenna og ókeypis ráðgeving til allar føroyingar, ið hava hug og hugskot til íverksetan.

Á síðuni um góð ráð kanst tú lesa um týdningin av at fyrireika seg væl, kenna sínar kundar og savna eitt sterkt toymi. Hetta er við til at økja um møguleikan fyri at eydnast við tínum virksemi.