Duravarðaloyvi

Loyvi at virka sum duravørður kann veitast persóni, sum lýkur treytirnar í § 13, stk. 2, í løgtingslóg 183/2018 um matstovuvirksemi og gistingarhúsvirksemi (Matstovulógin):

Loyvi at virka sum duravørður kann veitast persóni, sum

1)   hevur fylt 18 ár og er myndugur,

2)   ikki er dømdur fyri revsiverd viðurskifti, ið hava við sær vanda fyri, at starvið verður misnýtt, og

3)   ikki hevur víst tílíka atferð, at orsøk er at halda, at hann ikki fer at røkja starvið á fullgóðan hátt.

Loyvi at virka sum duravørður er harumframt treytað av, at umsøkjarin hevur prógv í fyrstuhjálp og prógv i at brúka alla vanliga eldsløkkingarútgerð, snr. Kunngerð nr. 1/2020 um duravørðar.  

Umsókn um duravarðaloyvi skal sendast Loyvisnevndini á loyvisnevndin@rusan.fo. Saman við umsóknini skal sendast avrit av omanfyrinevndu prógvi í fyrstuhjálp, omanfyrinevnda prógvi í at brúka alla vanliga eldsløkkingarútgerð og passmynd skannaða inn í JPG formati, í besta kvaliteti.

Duravarðaloyvið er treytað av, at fyrsthjálparprógvið og eldsløkkingarprógvið verða endurnýggjað so hvørt, tey ganga út.

Oyðubløð: Loyvisnevndin