Umsókn um hissiniskeinkiloyvi skal sendast Loyvisnevndini á loyvisnevndin@rusan.fo
Gevið gætur: Fyri at tryggja, at umsóknin verður viðgjørd, skal umsóknin vera Loyvisnevndini í hendi í seinasta lagi 5 yrkadagar fyri, at tiltakið verður hildið. Verður umsóknin latin Loyvisnevndini eftir hesa freist, kann Loyvisnevndin ikki tryggja, at umsóknin verður viðgjørd.
Hissiniskeinking við loyvishavara: Um ein loyvishavari (t.e. persónur ella fyritøka, ið hevur fingið skeinkiloyvið frá Loyvisnevndini) stendur fyri skeinkingini til eitt hissini tiltak, er loyvt at skeinkja øll sløg av rúsdrekka. Eitt hissiniskeinkiloyvi er ikki treytað av atknýttum matstovuvirksemi. Umsøkjarin skal senda Loyvisnevndini skrivliga váttan, har loyvishavari váttar at standa fyri skeinkingini. Um loyvishavarin sjálvur søkir, skal váttan frá fyriskipara sendast Loyvisnevndini.
Hissiniskeinking uttan loyvishavara: Um ikki loyvishavari stendur fyri skeinkingini, sí omanfyri, er skeinkingini avmarkað til øl ella cider við í mesta lagi 5,8 rúmprosentum alkoholi og til borðvín við í mesta lagi 15 rúmprosentum av alkoholi. Tann, ið stendur fyri skeinkingini, skal hava fylt 25 ár, og skal ikki vera revsaður fyri brot á revsilógina.
Treytir: Eitt hissiniskeinkiloyvi er harumframt treytað av, at øll onnur loyvi eru fingin til vega. Talan er vanliga um dansiloyvi frá Løgregluni, eins og talan kann vera um váttan frá brunamyndugleika og loyvi frá kommunu ella grundeigara, um tiltakið fer fram uttandura.
Umsókn: Ein umsókn um hissiniskeinkiloyvi skal innihalda hesar upplýsingar:
• Hvør stendur fyri tiltakinum, t.d. ein einstaklingur, eitt ítróttarfelag, eitt bygdafelag el. tíl. (avrit av samleikaprógvi hjá fyriskipara skal sendast Loyvisnevndini)
• Hvar verður tiltakið, t.d. eitt bygdar- ella samkomuhús, ein ítróttarhøll el. tíl.
• Nær er tiltakið, t.e. dagfesting og upp- og afturlatingartíð.
Fríggja- og leygarkvøld skal øll skeinking halda uppat kl. 03:45. Skeinkingartíðirnar eru ásettar í § 17 í løgtingslóg nr. 183 frá 21. desember 2018 um matstovuvirksemi og gistingarhúsvirksemi (matstovulógin). Er talan um at skeinkja aðrar tíðir (t.e. gerandisdagar og sunnudagar), skal skeinkingin halda uppat kl. 23:45. Kommunan kann tó, við heimild í § 17, stk. 1, síðsta pkt., avgera, at almenna afturlatingartíðin í kommunini er kl. 02:00 gerandisdagar og sunnudagar. Skeinkingin skal tá enda kl. 01:45. Við serlig høvi, t.d. nýggjársaftan, á føstulávint, á ólavsøku, á summarstevnum og aðrar serligar dagar, kann kommunan loyva, at vikið verður frá omanfyrinevndu skeinkingartíðum soleiðis, at loyvt er at skeinkja eftir ávikavist kl. 03:45 og 01:45.
Bara kommunan kann loyva slíkum frávikum; Loyvisnevndin hevur ikki heimild at loyva frávikum frá hesum tíðum.