Matstovuloyvi

Umsóknarblað og vegleiðing til Matstovuloyvi fáast við at venda sær til Loyvisnevndina við telduposti til loyvisnevndin@rusan.fo 

Eitt matstovuloyvi er galdandi í upp í 4 ár.

Oyðubløð: Loyvisnevndin

 

Frá kommununi skal útvegast: 

Brunaváttan og umhvørvisváttan 
Viðmerking: Kommunan skal brunagóðkenna hølini. Partur av brunagóðkenningini er at áseta mest loyvda tal av gestum á staðnum. Kommunan skal eisini umhvørvisgóðkenna virksemi, t.e. at virksemið er í samsvari við galdandi umhvørvisreglur. Umsøkjarin skal sjálvur venda sær til kommununa fyri at fáa nevndu góðkenning og váttan.