Umsóknarblað og vegleiðing til skeinkiloyvi fáast við at venda sær til Loyvisnevndina við telduposti til loyvisnevndin@rusan.fo
Eitt skeinkiloyvi er galdandi í upp í 4 ár og kostar kr. 10.000 fyri tíðarskeiðið.
Oyðubløð: Loyvisnevndin
Frá kommununi skal útvegast:
Brunaváttan og umhvørvisváttan
Viðmerking: Kommunan skal brunagóðkenna hølini. Partur av brunagóðkenningini er at áseta mest loyvda tal av gestum á staðnum. Kommunan skal eisini umhvørvisgóðkenna virksemi, t.e. at virksemið er í samsvari við galdandi umhvørvisreglur. Umsøkjarin skal sjálvur venda sær til kommununa fyri at fáa nevndu góðkenning og váttan.