Meginreglur fyri innkeyp

Virði fyri pening  
Grundhugsjónin í innkeypi hjá kommununi skal til eina og hvørja tíð vera, at størst møguligt virði skal fáast fyri skattgjaldarans pening. Tað merkir, at tilfeingið hjá kommununi skal umsitast á skynsamasta hátt, og kommunan skal velja hóskandi innkeypsloysnir soleiðis, at mest virði fæst fyri peningin. 

Gjøgnumskygni  
Mannagongdirnar fyri innkeyps- og útbjóðingarpolitikkin, skulu leggjast til rættis soleiðis, at hesar tryggja gjøgnumskygni við tí endamálið, at veitarar, borgarar og aðrir áhugabólkar hava álit á, í tráð við kommunalu virðini, at innkeyp og útboð í kommununi eru professionel, óheft og rættvís.  

Fremja og menna kapping 
Kommunan skal, umvegis sín innkeyps- og útboðspolitikk, vera viðvirkandi til at skapa og menna fortreytirnar fyri effektivan marknaða, til frama fyri vinnulívið og samfelagið.