Bilhús, bilskýli og úthús

Skúrar
Sum fylgiskjøl við umsóknini skulu vera hjálagdar hesar tekningar:

  • Støðumynd við mátum og plasering.
  • Tvørskurður í minsta lag 1: 100. Við hæddar mátum og tilfarslýsing á.

Tekningarnar nýtast ikki at vera teknaðar av lærdum fólki, um ein heldur seg vera føran fyri at gera tað sjálvur/sjálv.

Bilhús/bilskýli
Sum fylgiskjøl við umsóknini skulu vera hjálagdar hesar tekningar:

  • Støðumynd við mátum og plasering.
  • Tekning av øllum útsíðunum, í minsta lag 1:100.