Býráðið hjá Tvøroyrar kommunu samtykti á fundi 4. juni 2026 einmælt at taka undir við ætlanini um eitt nýtt miðbýartorg á Tvøroyri, sum eftir ætlan skal standa liðugt til Mentanarnáttina 2027.
Verkætlanin er liður í arbeiðinum at menna og styrkja miðbýin á Tvøroyri. Málið er at skapa eitt innbjóðandi og livandi miðstaðarøki, sum bæði kann nýtast í gerandisdegnum og sum savningarstaður til tiltøk, hátíðarhald og onnur felags tiltøk. Samstundis skal torgið betra um trivnað, atkomu og ferðsluligar umstøður í miðbýnum.
Á býráðsfundinum legði arkitekturin Páll Holm Lave fram endaligu ætlanina fyri býartorgið. Eftir framløguna tók býráðið undir við verkætlanini við smávegis tillagingum samsvarandi teimum viðmerkingum, sum komu fram á fundinum.
Nýggja miðbýartorgið verður skipað sum eitt fjølbroytt og livandi øki í hjartanum av býnum. Á torginum verða fastir sølubásar, sum kunnu nýtast av vinnurekandi, feløgum og øðrum áhugaðum, umframt ein lítil pallur, ætlaður til smærri framførslur, tiltøk og samkomur. Harumframt verður torgið útgjørt soleiðis, at møguleiki verður fyri at seta upp ein størri pall til serlig høvi, eitt nú tónleikafestivalar, mentanarligar framførslur, almenn tiltøk og aðrar størri samkomur.
Ætlanin byggir á heildaruppskot hjá BRIM arkitektum og verður framd í stigum. Fyrsta stigið leggur serligan dent á vestara partin av økinum, har sambandið millum torgið og parkeringsøkið niðanfyri Sjógøtu skal betrast. Ein týðandi partur av arbeiðinum verður eisini at taka burtur koyrivegin, ið verður nevndur "Sjúkhúsbrekkan", og í staðin skapa eina betri og tryggari gongdarskipan við trappum og øðrum atkomumøguleikum.
Tvøroyrar kommuna hevur avsett játtan á fíggjarætlanini fyri 2026 til fyrstu átøkini í verkætlanini. Við nýggja býartorginum ynskir kommunan at skapa eitt savnandi og virkið miðstaðarøki, sum styrkir býarlívið og ger miðbýin enn meira áhugaverdan fyri bæði borgarar og vitjandi.
– Hetta verður eitt nýtt samlingspunkt í miðbýnum, har handil, mentan og sosialt lív kunnu ganga hond í hond. Við góðum karmum til bæði smærri og størri tiltøk verður torgið ein týðandi liður í víðari menningini av Tvøroyri.
Samtyktin hjá býráðnum var einmælt.
Myndlýsing

