Yvirlitið er vegleiðandi.
Kommunali byggimyndugleikin kann krevja fleiri upplýsingar og/ella tekningar, um hetta er neyðugt fyri at kunna viðgera umsóknina um byggiloyvi.
Sí eisini: FBR17, 1.3.1 Formkrøv til umsóknartilfar.
Sethús/ summarhús
Sum fylgiskjøl við umsóknini skulu vera hjálagdar hesar tekningar:
- Støðumynd, ikki minni enn 1:500.
- Flatmyndir av húsinum, ( kjallara-, stovu- og loftshædd ) í minsta lag 1:100.
- Tvørskurðir, í minsta lagi 1:50 við tilfarslýsing.
- Tekning av øllum útsíðunum, í minsta lag 1:100.
- Kloakkplanur 1:100.
- Planeringstekning, í minsta lagi 1:100.
- Mátsett tekning av vindeygum, í minsta lagi 1:50, við yvirliti um bjargingarop.
Planeringstekning skal vísa 1: Hvar avgrevstur verður og 2: Hvar planeringin kemur at verða.
Umbygging
Sum fylgiskjøl við umsóknini skulu vera hjálagdar hesar tekningar:
- Flatmyndir av húsinum, ( kjallara-, stovu- og loftshædd ) í minsta lagi 1:100, gomlu og nýggju tekningarnar. Við øllum aktuellum mátum.
- Tvørskurður, í minsta lag 1: 50. Við hæddar mátum og tilfarslýsing á.
Uppíbygging
Sum fylgiskjøl við umsóknini skulu vera hjálagdar hesar tekningar:.
- Støðumynd, ikki minni enn 1:500
- Flatmyndir av húsinum, ( kjallara-, stovu- og loftshædd ) í minsta lagi 1:100, gomlu og nýggju tekningarnar.
- Tvørskurðir, í minsta lagi 1:50. Við hæddar mátum og tilfarslýsing á.
Kvistar
Sum fylgiskjøl við umsóknini skulu vera hjálagdar hesar tekningar:
- Tekning av øllum aktuellum útsíðunum, í minsta lag 1:100. Við øllum aktuellum mátum á.
- Tvørskurður, í minsta lag 1: 50. Við hæddar mátum og tilfarslýsing á.