Gjaldið fyri íbinding í kommunala vatnveiting og kloakk er í løtuni 15.000 kr - 5.000 kr fyri íbinding í vatnveiting og 10.000 kr fyri íbinding í kloakk.
Kloakk
Eigarin leggur sjálvur rørini frá húsunum til rottangan, og frá rottanganum til kommunala kloakk.
Vatnveiting
Kommunan leggur vatnveitingina inn á grundstykkið, ímeðan eigarin sjálvur leggur veitingina haðanífrá til húsini.
Útstykkingin á Heiðatrøðni
Veitingarnar eru lagdar til grundstykkini, og gjaldið fyri íbinding í kommunala vatnveiting og kommunala kloakk er íroknað kostnaðin fyri grundstykkið.
El og telefon
Eigarin avtalar sjálvur innleggingina við hesi feløg.