
Umhvørvisstovan hevur 9. februar 2012 góðkent spillivatnsætlanina hjá Tvøroyar kommunu fyri tíðarskeiðið 2011-2015.
Út frá eini heildarmeting av upplýsingunum í dagførdu ætlanini, verður mett, at komandi spillivatnsskipan m.a. fevnir um spillivatn frá øllum húsarhaldum, virkjum og virksemi í kommununi, og at spillivatnið eftir reinsing verður leitt gjøgnum lokaða skipan beinleiðis á sjógv við góðum vatnskifti.
Endamálið við arbeiðinum er:
- at skráseta verandi kloakkir
- at meta um dygdina á verandi spillivatnskipan
- at loysa trupulleikan og projektera nýggja spillivatnskipan, har ongin er
- at umvæla verandi kloakkskipan og gera nýggja spillivatnskipan, har ongin er
Nýggja spillivatnskipanin, eigur at síggjast sum ein heildarmynd av eini komandi skipan.
So hvørt sum kommunan, setur ávís kloakkarbeiðir í verk, eftir hesi heildarætlan, verður detajlprojektering gjørd, sum meira nágreiniligari lýsur og ásetur, hvussu arbeiðið skal verða gjørt.
Endamálið er m.a., at bert spillvatn verður veitt í kloakkirnar, ið henda skipanin umfatar. Regnvatn verður veitt aðrar vegir.
Sambært spillivatnsætlanini verður spillivatnsskipanin liðug innan 1. januar 2015, og samlaði kostnaðurin er mettur at verða uml. 12,4 mió kr.
Góðkenningarskrivið kann lesast
her.
Les meira um spillivatn og spillivatnsætlanir
her .