Býráðsfundir
Býráðsfundir eru vanliga eina ferð um mánaðin, -vanliga seinasta Tórsdag í hvørjum mánaði, tó kunna broytingar vera-. Allir býráðsfundir vera vanl. hildnir á Kommunuskrivstovuni, á Tvøravegi 37, í býráðssalinum kl. 17.00.
Mál, ið ynskjast viðgjørd á býráðsfundi, mega verða býráðnum í hendi í seinasta lagi hin 5 dagin í mánaðinum, sum býráðsfundurin er.
Umframt regluligu býráðsfundirnar kann býráðið halda eykafundir, tá ið støða skal verða tikin til týdningarmikil mál, sum hava skund.
juli heldur býráðið summarfrí.
Fíggjarnevndin
Fíggjarnevndin hevur vanliga fund vikuna fyri sum býráðsfundur er. Mál, ið ynskjast viðgjørd í Fíggjarnevndini, skulu verða kommununi í hendi í seinasta lagi hin 5 dagin í mánaðinum, sum fíggjarnevndarfundur er.
Fundardagar eru: 23.01, 20.02, 20.03, 24.04, 22.05, 19.06, 28.08, 18.09, 16.10, 13.11, 11.12.
Sosialanevnd
Sosialanevndin hevur vanliga fund vikuna fyri fíggjarnevndarfund. Mál, ið ynskjast viðgjørd í Sosialunevnd, skulu verða kommununi í hendi í seinasta lagi hin 5. í mánaðinum, sum sosiala nevnd hevur fund.
Fundardagar eru: 08.01, 12.02, 12.03, 09.04, 14.05, 11.06, 27.08, 17.09, 15.10, 12.11, 10.12.
Mentanarnevndin
Mentanarnevndin hevur vanliga fund vikuna fyri fíggjarnevndarfund. Mál, ið ynskjast viðgjørd í Mentanarnevndini, skulu verða kommununi í hendi í seinasta lagi hin 5. í mánaðinum, sum mentanarnevndin hevur fundur.
Fundardagar eru: 08.01, 10.02, 10.03, 07.04, 12.05, 10.06, 25.08, 08.09, 01.10, 10.11, 08.12.
Tekniska nevnd
Tekniska nevnd hevur vanliga fund, mánadag vikuna fyri fíggjarnevndarfund. Mál, ið ynskjast viðgjørd í Teknisku nevnd, skulu verða kommununi í hendi í seinasta lagi hin 5. í mánaðinum, sum tekniskanevnd hevur fund.
Fundardagar eru: 09.01, 13.02, 13.03, 10.04, 15.05, 12.06, 28.08, 18.09, 16.10, 13.11, 11.12.
Trivnaðar- og umhvørvisnevndin
Trivnaðar- og umhvørvisnevndin hevur vanliga fund vikuna fyri sum fíggjarnevndar fundur er. Mál, ið ynskjast viðgjørd í Trivnar- og umhvørvisnevndini, skulu verða kommununi í hendi í seinasta lagi hin 5. í mánaðinum, sum Trivnar- og umhvørvisnevndini hevur fund.
Fundardagar eru: 09.01, 13.02, 13.03, 10.04, 15.05, 12.06, 28.08, 18.09, 16.10, 13.11, 11.12.
Vinnu- og havnanevndin
Vinnu- og havnanevndin hevur vanliga fund vikuna fyri sum fíggjarnevndar fundur er. Mál, ið ynskjast viðgjørd í Vinnu- og havnarnevndini, skulu verða kommununi í hendi í seinasta lagi hin 5. í mánaðinum, sum Vinnu- og havnarnevndin hevur fund.
Fundardagar eru: 08.01, 10.02, 10.03, 07.04, 12.05, 10.06, 25.08, 08.09, 01.10, 10.11, 08.12.
Lógargrundarlag:
Løgtingslóg um kommunustýri, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 57 frá 30. apríl 2018 (Kommunustýrislógin)