§1: Venjing og skipað virksemi fara fram í ítróttarhøllini, tó er borðtennis loyvt í skúlahøllini. Í forhøll, skiftirúmum, gongdum v.m. er øll venjing og alt spæl bannað.
§2: Ítróttarhøllin í Trongisvági kann, tá eingin venjing, kapping, útleigan ella annað skipað virksemi er á skránni, vera opin fyri almenninginum.
Høllin er vanliga opin hvønn gerandisdag frá kl. 14.00 til kl. 22.00 og um vikuskiftið frá kl. 10.00 til kl. 22.00.
Fyrivarni verður tikið fyri broytingum í upplatingartíðunum, tá serlig tiltøk eru á skrá, eitt nú ítróttarkappingar, ella tá høllin er útleigað til serlig tiltøk.
§3: Børn kunnu ikki vera í høllini uttan uppsýn, tá høllin er opin fyri almenninginum. Treyt er sett um, at ein vaksin persónur – foreldur ella annar avvarðandi – er til staðar í høllini saman við børnunum í tí tíðarskeiði, høllin er opin.
§4: Leigarin rindar ta leigu, sum býráðið í hvørjum føri hevur ásett.
§5: Hølini verða leigað út við vanligum hita og føstum ljósi. Til at seta upp eykaljós krevst loyvi frá húsavørðinum.
§6: Reingerð er íroknað leiguna. At pappír o.t. verður beint burtur, hevur leigarin ábyrgdina av.
Við konsertir, fundir, stevnur o.t. er reingerð ikki íroknað leiguna. Er neyðugt at verja gólvið við plátum ella øðrum, ber leigarin útreiðslurnar, og tekur húsavørðurin í hvørjum einstøkum føri støðu til, um lagt skal verða á gólvið ella ikki. Húsavørðurin útvegar t.d. tape til gólvið.
Húsavørðurin kann til eina og hvørja tíð senda rokning fyri reingerð til leigaran, um høllin ikki er nøktandi frágingin.
§7: Leigarin fær í samráð við húsavørðin til vegar fólk at selja atgongumerki og hava eftirlit við klædnarúmum og øðrum viðurskiftum. Er neyðugt við politi-, bruna-, náttar- ella øðrum varðhaldi, skal leigarin í samráð við húsavørðin fáa tílíkt til vegar og gjalda útreiðslurnar, ið standast av hesum.
§8: Fyri leigu av hølunum verður rokning send seinast eina viku eftir, at leigumálið er endað, uttan so at kravt verður serligt atgongugjald. Verður rokningin ikki goldin innan 14 dagar, tekur húsavørðurin sær rætt til at siga leiguna upp.
§9: Venjing víkur fyri øðrum tiltøkum. Ásettar venjingartíðir skulu haldast.
§10: Óvæntaðar hendingar, ið forða fyri samtyktari nýtslu av hølunum, frítaka Tvøroyrar kommunu fyri ábyrgd mótvegis leigaranum.
§11: Við leigu av ítróttar- og skúlahøll til venjing og onnur tiltøk skal upplýsast fyri húsavørðinum nøvnini á teimum, ið hava samábyrgd mótvegis hallunum. Verður tað hildið neyðugt, fær/fáa viðkomandi, móti kvittan, lyklar útflýggjaðar til tær hurðar, ið leigarin kemur at nýta í sambandi við viðkomandi tiltak.
§12: Neyðugu manningina til at seta upp og beina burtur ítróttaramboð, stólar, borð o.t. útvegar viðkomandi leigari, sum eisini ber útreiðslurnar av hesum. Fram verður farið eftir leiðbeining húsavørðsins.
§13: Pappír og annað burturkast skal koyrast í íløtini, sum sett eru fram til sama endamál.
§14: Taskur og yvirklæðir mugu ikki liggja og sløðast nakrastaðni í høllini.
§15: Tað má ikki stígast á gólvið í venjingarhøllini í skóm við svørtum syntetiskum gummisóli. Somuleiðis er bannað at nýta fótbúna við ribbum, knøttum, píkum, spískum hæli og tílíkum.
§16: Royking er bannað á øllum økjum.
§17: Rúsandi drykkir, so sum bjór, vín og spiritus, mugu ikki nýtast, ei heldur finnast í hallunum, undantikið tá talan er um privatar veitslur. Í sambandi við veitslur, dans, konsertir o.l. tiltøk kann húsavørðurin tó loyva sølu av bjór, og skal hetta vera í samráð við kantinuna.
§18: Fyri pengum, klæðum og øðrum virðislutum átekur høllin sær onga ábyrgd.
§19: Leigarin hevur saman við húsavørðinum ábyrgdina av, at ítróttarfólk, leiðarar og onnur, ið nýta høllina í sambandi við leigu ella skipað virksemi, halda tær ásettu reglurnar.
§20: Loyvi skal fáast frá húsavørðinum til lýsingar í hallunum.
§21: Allir leigarar, tað veri seg feløg við limum ella áskoðarum teirra, skulu til eina og hvørja tíð rætta seg eftir ávísingum húsavørðsins ella møguligum hjálparum hansara. Verða ávísingar hansara ikki fylgdar, hevur húsavørðurin rætt til uttan ávaring at nokta einstaklingum eins væl og feløgum atgongd til høllina.
§22: Leigarin er endurgjaldsskyldugur fyri tað, ið av hansara ávum misferst í ella uttan um høllina, eins og fyri skaða, ið hendir í leigutíðini.
§23: Borð og stólar, ið hoyra til hallirnar, skulu ikki lænast ella leigast út úr húsinum.
§24: Hesar reglur eru galdandi, til tær verða broyttar av Tvøroyrar býráði.
Tvøroyrar býráð
Hin 10.06.2015
Dagføring:
Dagført sambært nýggjari skipan fyri almenna nýtslu av Ítróttarhøllini, samsv. samtykt í Mentanarnevndin 11. mars. 2026 og Fíggjarnevndini 27. apríl 2026.