Tvøroyrar kommuna bjóðar borgarum +65 ár tilboð um vælverðuvenjing
30. mars 2025
Umboð frá sosialu nevnd hjá Tvøroyrar kommunu vóru herfyri á vitjan í skúlanum í Trongisvági, har tey fingu eitt gott prát við bæði íðkarar og venjarar av eldrafimleikinum. Vitjanin var væleydnað og gav gott innlit í, hvussu venjingarnar verða skipaðar, og hvussu tey kunnu stuðlast og mennast enn meira framyvir.