Hotel Tvøroyri tekur yvir raksturin av kantinuni í Ítróttarhøllini í Trongisvági
1. apríl 2025
Frá 1. apríl 2025 verður tað Hotel Tvøroyri, sum kemur at reka kantinuna í Ítróttarhøllini í Trongisvági. Tvøroyrar býráð hevur samtykt at taka av tilboðnum frá Hotel Tvøroyri, sum hevur víst áhuga fyri at reka kantinuna. Hetta merkir, at gestir og luttakarar á ymiskum tiltøkum í høllini framyvir kunnu gleða seg til eina betraða tænastu og góðan mat úr hondum hjá royndum staðbundnum aktørum.
Tvøroyrar kommuna keypir bygningin hjá Føroya Banka á Tvøroyri
1. apríl 2025
Tvøroyrar kommuna hevur avgjørt at keypa bygningin hjá Føroya Banka á Tvøroyri, sum liggur á Sjógøtu 2. Eitt samt býráð hevur samtykt uppskotið frá borgarstjóranum og umsitingini, ið hava samrátt við leiðsluna hjá bankanum um ein keypssáttmála og eina leiguavtalu.
Rakul Mikkjalsdóttir sertannlækni hevur havt sín fyrsta starvsdag hjá Tvøroyrar kommunu – borgarstjórin og forkvinna í sosialu nevnd vitjaðu stovnin
4. apríl 2025
Rakul Mikkjalsdóttir havt tær fyrstu viðtalurnar í barna- og ungdómstannrøktini hjá Tvøroyrar kommunu. Rakul er serútbúgvin sertannlækni í ortodonti (boylatannlækni), og fer framyvir at taka sær av serviðgerðum innan tannrøkt hjá børnum og ungum í kommununi.
Umhvørvismálaráðið staðfestir umhvørvisgóðkenningina til P/F Varðin Pelagic
8. apríl 2025
Umhvørvismálaráðið staðfestir avgerðina hjá Umhvørvisstovuni hin 25. november 2024 um at geva umhvørvisgóðkenning við til lýsing av virkseminum og teimum treytum, sum settar eru í góðkenningini. Umhvørvismálaráðið metir ikki, at tekniligu og sakkønnu metingarnar hjá Umhvørvisstovuni geva høvi til iva mál. Sum málið er lýst, er grundarlag ikki fyri at seta metingarnar hjá Umhvørvisstovuni til viks.
Næmingaráðið vitjar Mentanarnevndina
9. apríl 2025
Mentanarnevndin hevði farna mánadag vitjan av næmingaráðnum í Tvøroyrar skúla.
Nýtt bussskýli í Trongisvági til gagns fyri skúlabørn, borgarar og ferðafólk
24. apríl 2025
Tvøroyrar kommuna hevur sett upp eitt nýtt bussskýli í Trongisvági, sum er framleitt av einum lokalum veitara.