Tvøroyrar kommuna eigari av øllum bygninginum á Sjógøtu 2-4
24. apríl 2025
1 mai 2025 gerst Tvøroyrar Kommuna eigari av allari ognini á Sjógøtu 2-4. Eisini er langtíðarsáttmáli undirskrivaður millum Tvøroyrar kommuna og Føroya Banki um, at bankin leigar verandi avgreiðsluhølir á veghæddini, umframt partar av 1. hæddini, samsvarandi leigusáttmála og tørvin hjá bankanum. Tvøroyrar kommuna kemur í næstum at dagføra bygningin, til tørvin hjá Føroya Banka og til tørvin hjá kommununi í samráð við BRIM Arkitektar.
Bjart ljós tendrað fyri Suðuroynna – nú Løgtingið gevur Suðuroyartunlinum tummil upp
1. mai 2025
Løgtingið hevur við aðru viðgerð samtykt uppskotið um at geva P/F Suðuroyartunlinum heimild at fara undir fyrireikingarnar til Suðuroyartunnilin. Hetta merkir, at tunnilsverkætlanin nú er komin so nær at verða veruleiki, at tað endiliga sýnist vera bjørt vón fyri Suðuroynna og suðuroyingar. Við hesi avgerð hevur Løgtingið tendrað eitt bjart og treytaleyst ljós fyri framtíðina hjá Suðuroynni. Fólk og vinnulív í Suðuroynni hava í áratíggju longst eftir veruligari trygd, sambandi og framtíðar vónum ájavn okkara oyggjagrannar fyri norðan – og í dag varð eitt risastig tikið á leiðini móti hesum. Væntandi verður triða og og endalig við gerð av uppskotinum samtykt um tvær vikur, og kann tá tunnilsfelagið byrja uppá at projektera Suðuroyartunnilin.
Tvøroyrar kommuna fingið viðhald frá Føroya Kærustovni
13. mai 2025
Ein av mest umrøddu og drúgvastu byggimálsviðgerðum í Føroyum hevur í dag fingið eina nýggja og endaliga fyrisitingarliga støðu. Føroya Kærustovnur hevur staðfest, at málsviðgerðin hjá Tvøroyrar kommunu av viðgerðini av byggiloyvinum til P/F Varðin Pelagic hevur verið lóglig og røtt.
Hugnaligur arbeiðs- og minningardagur í kirkjugarðinum undir Akurgerði – týsdagin 20. mai kl. 16.30
17. mai 2025
Eftir áheitan frá borgara um at skipa fyri einum felagstiltaki til frama fyri røktina av kirkjugarðinum og felagsskapinum, bjóðar Tvøroyrar kommuna til ein serstakan arbeiðs- og minningardag í kirkjugarðinum undir Akurgerði týsdagin 20. mai kl. 16.30.
Ein væl eydnaður arbeiðs- og minningardagur í kirkjugarðinum undir Akurgerði
20. mai 2025
Í dag -týsdagin 20. mai- varð eitt sermerkt og virðiligt tiltak hildið í kirkjugarðinum undir Akurgerði – ein arbeiðs- og minningardagur, sum Tvøroyrar kommuna skipaði fyri, eftir áheitan frá borgara, ið ynskti at varpa ljós á týdningin, at røkja gravstaðirnar hjá okkara kæru, minnas tey sum farin eru, og at skapa eina løtu tilframa fyri felagsskapin.
UNG Í ARBEIÐI 2025 - TILMELDING
21. mai 2025
Ert tú millum 15 - 17 ár í summar? So kanst tú melda teg til ung í arbeiði í summarfrítíðini. Býráðið hevur einmælt samtykt at bjóða ungdómum við bústaði í Tvøroyrar kommunu, arbeiði í teirra summarfrítíð 2025, har hvør umsøkjari í mesta lagi fær arbeiði í tvær vikur.