Undir Heygnum stongt vegna kaðalgrevstur
2. juli 2025
Vegna kaðalgrevstur verður vegastrekkið undir Heygnum á Tvøroyri stongt fyri gjøgnumkoyring frá tórsmorgni 3. juli. Stongt verður dagliga frá kl. 08.00 til 17.00, og hetta heldur fram, so leingi sum arbeiðið varir.