Endamálið við Skjalhaldi er at skráseta alt tilfar, ið hevur málsviðgerð við sær, fyri at tryggja eina skjóta, dygdargóða, álítandi og nøktandi málsviðgerð. 

Eisini er journalskipanin eitt hent amboð hjá leiðsluni til at leggja arbeiðið til rættis og fylgja við gongdini í gerandisdegnum.  

Tað er neyðugt, at stórur dentur verður lagdur á journaliseringsframferð og –mannagongdir, og at hetta verður raðfest høgt av bæði starvsfólkum og leiðslu. Mannagongdirnar tryggja, at vit halda lógir og reglur fyri góðan fyrisitingarsið.   

Skjalhald verður nýtt fyri at tryggja einsháttaða og rætta málsviðgerð og hava so høgt støði sum til ber á:
skjalfestingini av málsviðgerðini 

 

  • skjalfestingini av málsviðgerðini 
  • yvirlitinum yvir mál og skjøl  
  •  journal- og málskunnleikanum hjá starvsfólkunum  

 

Endamálið við vegleiðingini er at geva øllum brúkarunum innlit í hvussu journal- og málshandfaringarskipanin skjalhald 3600 verður nýtt.

 
Fyri at fáa fulla nyttu av skipanini og fyri dygdina í henni er umráðandi at leiðreglurnar verða hildnar av øllum.