Ferðslutrygd

Tvøroyrar kommuna tekur ferðslutrygdina í størsta álvara og arbeiðir støðugt við at betra um trygdina. Kommunan arbeiðir millum annað út frá ráðgeving frá Ráðnum fyri Ferðslutrygd.

Ferðin er hin størsta avbjóðingin í ferðslutrygdararbeiðinum, og tað er umráðandi at arbeiða málrættað og áhaldandi fyri at fáa ferðmørkini vird.

Har eru 8 sokallað fokusøki, ið øll vera mett at hava sera stóran 
týdning:

  1. Ov nógv ferð
  2. Rúsdrekka, rúsevni og heilivágur
  3. Gáloysni
  4. Manglandi nýtsla av trygdarbelti og hjálmi
  5. Bleyt ferðsla (fólk til gongu, fólk á súkklu og fólk á prutli)
  6. Ungir bilførarar frá 18–24 ár
  7. Stakóhapp og møtióhapp
  8. Ferðafólk

Í 2007 kom fyrsta ferðslutrygdarætlanin fyri Føroyar út. Tíðarskeiðið var 2008-2015. Ætlanin fevndi um 35 ítøkilig ferðslutrygdartilmæli, ið øll hava til endamáls at betra um ferðslutrygdina. Ætlanin var, at ferðslutrygdarætlanin áhaldandi skal verða kannað og eftirmett fyri møguliga at seta nýggj mál ella mæla til onnur tiltøk og átøk fyri at koma nærri málinum í nullhugsjónini. Í ar hevur Ráðið Fyri Ferðslutrygd latið úr hondum eina dagførda Ferðslutrygdarætlan fyri Føroyar fyri tíðarskeiðið 2019-2027.

Ferðslutrygdarætlanin👇