VEGASTONGSIL Í MIÐBÝNUM VEGNA VEGARBEIÐI

VEGASTONGSIL Í MIÐBÝNUM VEGNA VEGARBEIÐI

18. september 2026
VEGASTONGSIL Í MIÐBÝNUM VEGNA VEGARBEIÐI
Vegna umfatandi vegarbeiði verður ein partur av Sjógøtu og Hotelbrekkuni stongdur fyri ferðslu frá mánadegnum 21/9 kl. 8.00.
Sí viðhefta plankort, ið vísir, hvat tað er fyri eitt øki, talan er um.
Arbeiðið fer væntandi at taka 6–8 vikur.
Arbeiðið verður gjørt fyri at gera neyðugar umvælingar á Hotelbrekkuna, men eisini fyri at bøta um ferðslutrygdina á krossvegnum Doktaragøta/Sjógøta, bæði fyri bilførarar og fólk til gongu.
Ímeðan arbeiðið fer fram, verður ferðslan í økinum ávirkað, og neyðugt verður at koyra aðrar leiðir. Bilar, sum skulu úteftir, verða vístir til, antin at koyra oman á havnarlagið eftir Doktaragøtu, ella eftir Sornhúsvegi. Bilar, sum skulu vestureftir, verða vístir til at koyra eftir havnarlagnum ella Ovara vegi.
Atgongd til vinnuvirksemi í økinum verður ikki ávirkað.
Heitt verður á øll ferðandi um at vísa varsemi og fylgja skeltingini í økinum, meðan arbeiðið fer fram. Eisini verður heitt á bilførarar um at vísa serligt fyrilit fyri fólki til gongu í og kring arbeiðsøkið.
Tekniska deild