KUNNING UM VEGARBEIÐI Á TRAÐARVEGI

KUNNING UM VEGARBEIÐI Á TRAÐARVEGI

28. august 2026
KUNNING UM VEGARBEIÐI Á TRAÐARVEGI
Í sambandi við vegarbeiði verður eitt umleið 20 metrar langt strekki av Traðarvegnum stongt fyri ferðslu. Stongsulin fevnir bert um syðru vegbreytina.
Arbeiðið byrjar mánamorgunin tann 31. august.
Arbeiðið kemur at ávirka ferðsluna í økinum, og tí verða bæði bilførarar og fólk til gongu og á súkklu biðin um at tillaga seg broyttu umstøðurnar og vísa varsemi.
Bilar, sum koyra eystureftir, skulu víkja fyri mótkoyrandi ferðslu, sum koyrir vestureftir.
Gongubreytin á nevnda strekki verður væntandi eisini stongd, meðan arbeiðið fer fram. Tí verður heitt á fólk til gongu um at vísa serligt varsemi. Samstundis verða bilførarar bidnir um at ansa serliga væl eftir teimum, sum eru til gongu ella á súkklu í økinum.
Víst verður annars til myndina, sum er viðheft í hesari greinini.