Ferðsluskelting

Ferðsluskelting eru ein týðandi partur av ferðslutrygdini í Tvøroyrar kommunu. 

Sambært kunngerð um ferðslumerkingar, verða ferðsluskelti nýtt til at ávara, vísa á víkiskyldu, seta forboð, geva boð og leiðbeina ferðsluni.

Tað krevur støðugt viðlíkahald at varðveita ferðsluskeltini í góðum standi. Um ein borgari varnast feilir, virðismeta vit at fáa eina fráboðan um tað.

Uppskot um broytingar verða viðgjørd í ferðslunevndini, sum hevur fundir fýra ferðir um árið.

***

Landsverk upplýsir at samfelagið sum heild er fullkomiliga heft av, at til ber at ferðast millum bygdir og býir, og tí er eitt væl virkandi samferðslukervi av sera stórum týdningi. Hetta kervið hevur bæði týdning fyri einstaka borgaran og vinnulívið, umframt staðseting av arbeiðsplássum, búsetingarmynstri, heilsuøki, útbúgvingarmøguleikum, trivnaði og menning sum heild

Meira kann lesast👇