Tvøroyrar Býrað hevur gjørt samstarvsavtalu við løgregluna um upptøku av leysgangandi djórum í kommununi, og aktingarmaðurin er settur.
Frá 15. mai 2016 er galdandi:
Um leysgangandi djór eru til ampa hjá fólki, skal sigast frá á politistøðini á tlf. 35 14 48. Løgreglan setir seg síðani í samband við aktingarmannin, sum tekur djórið upp og setir tað í varðveitslu.
Áðrenn djór verður útflýggjað ánaranum, verður kravt gjald fyri upptøku og vistarhald av djórinum; gjaldið er ásett av Føroya Landfúta.
Hevur eigarin ikki loyst djórið móti at rinda kostnaðin, verður djórið avhendað ella avlívað.
Gjøld:
Hundar: | |
Fast gjald Vistingargjald fyri hvørt nýkomið samdøgur í varðveitslu | kr. 300,00 kr. 125,00 |
Kettur, kaninir, gæs, dunnur, høsn og onnur smádjór: | |
Fast gjald | kr. 125,00 |
Vistingargjald fyri hvørt nýkomið samdøgur í varðveitslu | kr. 35,00 |
Seyður: | |
Fast gjald | kr. 125,00 |
Vistingargjald fyri hvørt nýkomið samdøgur tey fyrstu 6 samdøgrini seyðurin er í varðveitslu | kr. 60,00 |
Vistingargjald fyri hvørt nýkomið samdøgur, eftir hetta. | kr. 35,00 |
Ross og onnur stórdjór: | |
Fast gjald | kr. 600,00 |
Vistingargjald fyri hvørt nýkomið samdøgur, djórið er í varðveitslu. | kr. 125,00 |