Børnini eru fyrstu ferð til kanningar tá tey eru fylt 3 ár.
Tannarøktarnir eru úti á skúlunum og vitja 4. flokk, og geva undirvísing um tenn og kost eina ferð um árið.
Eisini verður bustað saman við 4. flokki 6 ferðir um árið. 7. flokkarnir verða vitjaðir fyri at fortelja teimum um caries, kost og tanntráð.
Tannarøktarnir vitja eisini heimini saman við heilsusystrini tá børnini eru umleið 4-6 mánaðir, har kunning verður givin um tenn, tannbusting, kost, suttuvanar o.a. Í 4. flokki verða øll børnini visiteraði av sertannlækna, fyri at kanna um tørvur er á tannrætting.Er tørvur á tannrætting, fer viðgerðin fram her á tannlæknastovuni.