Ynskir tú at arbeiða við børnum í vøggustovu, saman við dugnaligum og fryntligum starvsfeløgum, hevur tú nú møguleikin at søkja starv í Mýrifípuni í Trongisvági.
Mýrifípan søkir eftir námsfrøðingi, at arbeiða 30 ella 40 tímar um vikuna, frá 1. januar 2024 ella eftir nærri avtalu.
Stovnslýsing:
Mýrifípan liggur í eini náttúruperlu í Trongisvági. Skúli, ítróttarhøll og fótbóltsvøllurin við Stórá eru beint við. Vit bjóða eitt trygt, áhugavert og mennandi arbeiðspláss, har tað er pláss fyri ymisleika, og har námsfrøðin støðugt er í menning. Dentur verður lagdur á at skapa ein tryggan, mennandi og innihaldsríkan gerandisdag, við virðing og umsorgan fyri einstaka barninum og við støði í barnsins áhuga, undran og forvitni. Hesa uppgávu lyfta vit øll í felag. Vit arbeiða út frá eini námsætlan, einum virðisgrundarlagið og mannagongdum, ið eru partar av stovninum.
Vit vanta at tú:
Setanarviðurskifti:
Meira fæst at vita:
Meiri fæst at vita um størvini, við at venda sær til leiðaran, Kari Joensen, á tlf. 218737 ella Barbaru Tausen varaleiðara á tlf.781162.
Umsókn:
Umsóknir, saman við prógvi og møguligum viðmælum, skulu sendast við telduposti til kari@tvoroyri.fo og skulu vera okkum í hendi, í seinasta lagi ónsdagin 20. desember 2023 kl.12.00.
Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Tvøroyrar Kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega áðrenn umsøkjari verður settur í starv.