09-12-2013 12:00:00
Spakin settur í SALT
Sjálvt um veðrið ikki var av tí allarbesta, so var nógv fólk komið saman, tá Egon Rasmussen úr Øravík setti spakan í hjá Saltverkætlanini.
Ólavur Rasmussen, formaður fyri saltsilogrunnin, segði nøkur orð og Tvøroyrar Hornorkestur undirhelt við góðum horntónleiki. Eisini vóru bollar, kakao og sunkist at fáa.
Nú standa av álvara spennandi avbjóðingar fyri framman, serliga í mentanar- og ferðavinnuhøpi.
Suðuroyar Kunningarstova á Tvøroyri