VISIT SUÐUROY Á TVØROYRI
Tú ert her: VISIT SUÐUROY Á TVØROYRI << - GREINAR
Tvørávegur 37
800 Tvøroyri
Tlf. 611080
info@tvoroyri.fo
09-02-2015

Jóansøkan 2015 - fyrireikandi fundur.

Týskvøldið 10. Februar kl 19:00 verður lýst til fundar í Býráðssalinum á Tvørávegi 37. Evnið á fundinum er jóansøkan á Tvøroyri komandi summar.

 

Tað styttist til hesa, okkara oyggjarhátið og umráðandi er at fáa teir seinastu snøklarnar á pláss, so farast kann undir veruliga fyrireikingararbeiðið. Strembað verður altíð fram móti at gera eina enn betur stevnu enn seinast og er tað okkara vón, at vit saman kunnu finna leistin, ið kann lyfta jóansøkuna enn meira, enn hon varð seinast.

 

Um tú hevur áhuga at luttaka í stevnuni sum felag, vinnurekandi ella annað, so ert tú hjartaliga vælkomin at luttaka á fundinum. Við á fundinum verða Póla Strøm frá Kunningarstovuni,  Bjarni Nygaard og Anita Vibergsdóttir, vegna Tvøroyrar Kommunu. Vit hoyra fegin um tykkara ætlanir til jóansøkuna og fara at gera okkara fyri at hjálpa til í fyrireikingunum.

 

Jóansøkan 2015 verður á Tvøroyri í døgunum 26. Til 28. Juni

 

Mynd: Eileen Sandá




Visit Suðuroy á Tvøroyri, Tvørávegur 37, 800 Tvøroyri - Tlf. 611080 - info@tvoroyri.fo