TVØROYRAR SKÚLI
Tú ert her: TVØROYRAR SKÚLI << - GREINAR
Kirkjubrekkan 3
800 Tvøroyra
Tlf. 371582
tvo@skulin.fo
27-03-2015

Næmingaráðið á vitjan


Í dag fekk Tvøroyrar Býráð forkunnuga vitjan, tá næmingaráðið í Tvøroyrar Skúla legði leiðina framvið býráðssalinum. Tvøroyrar Kommuna hevði boðið teimum á vitjan og við næmingaráðnum vóru lærarinnurnar Mariann Mikkjalsdóttir og Trine C. Joensen. Fyri býráðið tóku Anita Vibergsdóttir, forkvinna í Mentanarnevnd Tvøroyrar Býráðs  og Jónleyg Bech, kommunustjóri, ímóti.

Fundurin byrjaði við, at Jónleyg í stuttum greiddi frá, hvussu ein fundur í býráðnum gekk fyri seg.  Greitt varð eisini frá, hvussu kommunan er uppbygd við nevndum og deildum.

Anita Vibergsdóttir segði, at hon var sera glað fyri at næmingaráðið er ein partur av skúlanum og ikki minst, at lærararnir gera so nógv burturúr at fáa tað at rigga. Anita segði, at næmingaráðið er vælkomið við spurningum og umsóknum til kommununa – tey skuldu fáa somu viðgerð, sum onnur innkomin mál.

Núverandi næmingaráð sá dagsins ljós við ársbyrjan í august 2014. Bárður Dimon greiddi frá, at tá tey frættu at ungdómsting fór at verða hildið í 2014, settu nøkur sær fyri, at tey vildu reisa spurningin, um ikki allir skúlar í Føroyum skuldu hava eitt næmingaráð. Spurningurin varð reistur, men vann ikki frama. Ungdómur okkara gavst tó ikki, men vendi sær í staðin til leiðsluna í Tvøroyrar Skúla og Skúlastýrið. Bæði støð bleiv umsóknin væl móttikin og endin varð, at Tvøroyrar Skúli fekk eitt næmingaráð.

Næmingaráðið telir limir, við varalimum. Sjálv nevndin telur 6 limir: David Mortensen (10.fl) er formaður, Andre Jacobsen(mangli eftirnavn) (8.fl) er varaformaður, Teresa Jóhannesdóttir Magnussen(9.fl) er skrivari og navndarlimir eru Jórun Magnusdóttir Kristensen, Rannvá Wiberg og Tóki Justinussen.

Eingin næmingur er úr sama flokki og er hetta við til at tryggja, at allir flokkar eru umboðaðir. Hóast tað, so rósa lærararnir teimum fyri sera gott samstarv. Lærararnir byrjaðu, á sinni, við at hava eitt viðkomandi skeið fyri næmingunum, har greitt varð frá, hvat tað vil siga at vera í einum ráði/nevnd. Næmingaráðið situr  fyri 1 ár í senn og verða umboðini vald í flokkum teirra. Ráðið fær tilfar at arbeiða við, bæði frá næmingum og lærarum og tað liggur fast, at dagsskráin fyri komandi fund, skal verða klár eina viku áðrenn fundin. Ein bólkur er eisini gjørdur á Facebook, har limirnir í ráðnum, saman við lærarunum, kunnu kjakast um viðkomandi evnir.

Spurd um, hví tey meta at eitt næmingaráð er neyðugt, so svaraðu tey vitjandi, at tey meta tað vera neyðugt fyri at fáa tað betur á sosiala økinum í skúlanum og fyri at fáa nøkur ting “ígjøgnum”, ið tey meta eru neyðug. Til dømis hava tey arbeitt við at fáa betur umstøður til at fáa sær vatn í skúlanum og í løtuni leita tey eftir møblum til eina hugnastovu í skúlanum, har tey kunnu stytta sær um stundir millum tímarnar. Næmingaráðið hevur eisini samtykt at hava ein ruddingardag í skúlanum og verður hesin ein tórsdag í nærmastu framtíð. Ein veitsla fyri framhaldsdeildini, er eisini á skránni í løtuni, eins og ein graslíkisvøllur í nýggja skúlagarði verður raðfestur sera frammalaga.

Øll vóru á einum máli um, at teimum dámdu væl at vera ein partur av næmingaráðnum. Tey, ið framhaldandi ganga í fólkaskúlanum eftir summarstøðgin, tíma øll væl at halda fram komandi skúlaár. Spurd um hvat tey vóru mest ónøgd við í skúlanum, var svarið, at ov lítið er at takast við í fríkorterunum. Hetta royna tey so nú sjálvi at gera nakað við, við at royna at skapa eina hugnastovu. Tað besta við skúlanum var, at hann er góður fyri sosialu samveruna millum tey ungu og so liggur hann sera væl fyri í býarmyndini.

Tvøroyrar Skúli er ein gamal skúli, tað er eingin loyna, men samstundis er Tvøroyrar Skúli ein av teimum skúlunum í Føroyum, ið er best fyri við nýggjum undirvísingartilfari og útbúnaði. Jónleyg Bech greiddi eisini stutt frá, hvat kommunan nýtir til skúlan á fíggjarliga økinum, árliga. Næmingarnir fingu at enda hvør sítt eintak av fløguni “Dýrd”, ið lokalir tónleikarar góvu út í 2005, frá kommununi.

Tvøroyrar Kommuna takkar hjartaliga næmingaráðnum, við lærarum, fyri vitjanina. Tað er sera hugaligt at síggja, at vit eiga so hugagóðan ungdóm, ið tekur í egnan barm og sjálvur roynir at gera nakað við tær umstøður, ið honum nú einaferð eru givnar.

 




Tvøroyrar Skúli, Kirkjubrekkan 3, 800 Tvøroyra - Tlf. 371582 - tvo@skulin.fo