GLUGGIN - FORSKÚLI
Tú ert her: GLUGGIN - FORSKÚLI - GREINAR
Smærugøta 7
800 Tvøroyri
gluggin@tvoroyri.fo

VIRÐISGRUNDARLAG - fyri barnaansingarøkið hjá Tvøroyrar Kommunu

Hesi virðir og námsfrøðiliga hugsan leggur Tvøroyrar Kommuna til grund
í sambandi við barnaansingina:

  • At skapa álit og tryggleika fyri bæði foreldur og børn, soleiðis at foreldur ekkaleys kunnu fara til arbeiðis og vita, at børn teirra eru í góðum hondum.
  • At skapa eitt umhvørvi merkt av umsorgan og tryggleika, har ymiskleikin hjá børnunum verður virdur.
  • Í samstarvi við foreldrini, at styrkja um barnsins fjølbroyttu menning í neyvum samspæli við náttúruna.
  • At skapa umstøður, so barnið fær møguleika at menna síni skapandi evni.
  • At børnini fáa góðar umstøður at spæla og at kanna umheimin.
  • At tryggja børnunum fjølbroyttar og mennandi upplivingar.
  • At barnið fær møguleika at vera partur av einum felagsskapi við teimum krøvum og teirri ábyrgd, hetta ber við sær.
  • At tryggja børnunum eitt heilsugott og stimbrandi umhvørvi bæði innan- og uttandura, hóskandi til aldur og førleika barnsins.
Øll børn á dagstovnaøkinum og í dagrøktini skulu uppliva ein innihaldsríkan og mennandi gerandisdag, ið byggir á barnsins egna áhuga, undran og forvitni.

Børn hava nógvar førleikar og eiga tey, at hava ávirkan á egið lív og harvið teirra gerandisdag ímeðan tey eru á stovni ella í dagrøkt. Á henda hátt læra tey at verða virknir luttakarar í einum fólkaræðisligum samfelag.

Álagt er dagstovninum og dagrøktini hjá Tvøroyrar kommunu, at gera ávíkavist eina námsætlan og eina menningarætlan, ið lýsir arbeiðið við at menna einkulta barnið.

Námsætlan og menningarætlan er samstundis ein arbeiðsætlan, sum skal endurskoðast 2. hvørt ár.


TÍÐINDI

Gluggin - forskúli, Smærugøta 7, 800 Tvøroyri - gluggin@tvoroyri.fo