BARNAVERNDARTÆNASTAN
Tú ert her: BARNAVERNDARTÆNASTAN << - GREINAR
Postboks 104
800 Tvøroyri
Tlf. 611090
barnavernd@tvoroyri.fo
09-05-2024

Starvsfólkaheiðran

Í dag 8. mai var móttøka og starvsfólkaheiðran á Sornhúsvegi 22, á Tvøroyri, hetta í samband við at Unn Michelsen, málsviðgerði og Jónleyg Olivia Finnsdóttir, leiðari av barnaverndini í Suðuroynni hava starvast á Suðuroyar Barnaverndartænastu, í ávíkavist 15 ár og 17 ár.

 
 
Skipa var fyri hugnaløtu við frugt, kaffi og køkum, eins og røður vóru hildnar og møguleiki var hjá teimum vitjandi at síggja hølini hjá Barnaverndartænastuni í Suðuroynni.

 

Suðuroyar Barnaverndartænasta er skipað sum eitt samstarv millum kommunurnar í oynni við Tvøroyrar kommunu sum vertskommunu. Kommunustýrini velja hvørt sítt umboð í barnaverndarnevndina og í samstarvsnevnd. Samstarvsnevndin skipar umsitingina. Kommunurnar halda rakstrarútreiðslurnar í mun til fólkatalið.
 

Endamálið hjá Suðuroyar Barnaverndartænastu er at ansa eftir at børn og ung,  sum vegna sosial vandamál liva undir viðurskiftum,  ið kunnu skaða teirra vælferð og menning,  kunnu fáa tað hjálp ið er neyðug fyri at greiða støðu teirra.

 

Eitt týðandi mál fyri barnaverndartænastuna er  at syrgja fyri at hjálpin verður sett í verk saman við familjuni , at tilboðið er tað besta og at gerandisdagurin hjá barninum og familjuni ávirkast so lítið sum gjørligt.  


  • Tú kann venda tær til Barnaverndartænastuna um tú, barn títt ella familjan hava ringar umstøður og hava tørv á hjálp til at mýkja gerandisdagin.
  • Tú kann eisini seta teg í samband við Barnaverndartænastuna um tú veit um familju ella barn ið tørva hjálp
  • Tú kann vera ónevndur um tú ynskir tað.


Tvøroyrar kommuna ynskir Jónleyg og Unn tillukku við starvsdøgunum og takkar teimum fyri gott og tíðandi samstarv.




Barnaverndartænastan, Postboks 104, 800 Tvøroyri - Tlf. 611090 - barnavernd@tvoroyri.fo