Í góðveðrinum í dag hevði umsitingin hjá Tvøroyrar kommunu hugnaliga vitjan av sera fittum og skilagóðum børnum úr Mýrifípuni í Trongisvági.
Børnini vóru farin út í miðbýin at vitja ymisk virki og stovnar, nú tey nærkast einum nýggjum og spennandi kapitli í lívinum. Eftir summarfrítíðina fara tey nevniliga at byrja í forskúlanum Glugganum, og sum liður í fyrireikingunum vóru tey á vitjan hjá fleiri arbeiðsplássum – millum annað hjá borgarstjóranum og umsitingini hjá Tvøroyrar kommunu.
Á kommunuskrivstovuni fingu børnini høvi at síggja býráðssalin og hoyra eitt sindur um arbeiðið hjá kommununi. Vitjanin var merkt av góðum lag, forvitni og nógvum brosum. Í býráðssalinum hugnaðu børnini sær eisini við sangi, og áðrenn leiðin gekk víðari, fingu tey sunkist og okkurt søtt afturvið.
Tað var ein sonn gleði at fáa vitjan av teimum fryntligu og lívsglaðu børnunum, sum við sínum góða lag skapaðu lív og gleði á kommunuskrivstovuni.
Tvøroyrar kommuna ynskir teimum øllum eina góða summarfrítíð og alt tað besta, tá tey eftir summarfrítíðina taka fyrstu fetini inn í forskúlan í Glugganum.
Myndatekstur: Borgarstjórin saman við børnunum úr Mýrifípuni á vitjan í býráðshúsinum.