MORGUNMATUR 65+ Á SEGLLOFTINUM, ÓNSDAGIN 4. NOVEMBER
Tíðin er aftur komin til sera væl umtókta morgunmatin til eldra ættarliðið - teir borgarar, ið eru 65 ár og eldri.
Hugnaliga Seglloftið er aftur karmur um tiltakið og hesaferð eru tað dugnaligu fólkini frá Hotel Tvøroyri, ið standa fyri leskiliga morgunmatinum.
VITJAN AV PÁL WEIHE
Pál Weihe er yvirlækni, professari og granskari og tey mugu vera sera, sera fá, ið ikki hava sæð ella hoyrt til hann, í einum ella øðrum samanhangi, tey seinastu mongu árini.
Pál er framúr vitugur og áhugaverdur at lurta eftir og vit gleða okkum til at hoyra hann fortelja um, hvussu tað er at eldast og framhaldandi vera virkin.
Hentzar og co. Leggja eisini leiðina framvið og spæla nøkur harmonikuløg.
Tiltakið er ókeypis - hjartaliga vælkomin
(Mynd av Pál: Finnur Justinusen)