Skattalistin 2025 tøkur

Skattalistin 2025 tøkur

17. november 2026
Skattalistin 2025 tøkur
Vísandi til Løgtingslóg um Toll- og Skattafyrisiting, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 193 frá 21. desember 2018, liggur skattalistin 2025 fyri Tvøroyrar kommunu frammi til alment eftirlit á býráðsskrivstovuni frá týsdegnum 17. november til og við ónsdagin 1. desember 2026.
Skattalistin liggur frammi til alment eftirlit í 11 yrkadagar, við upplýsingum um skattskyldugu inntøkuna hjá hvørjum einstøkum skattgjaldara í kommununi – bæði einstaklingum og fyritøkum – Skattgjaldarin hevur høvi til at kæra um skattaálíkningina hjá sær og øðrum skattaborgarum til TAKS, um hann ikki heldur, at skattaálíkningin hjá sær sjálvum ella øðrum skattaborgara er røtt.
Býráðsskrivstovan er opin:
Mánadag – fríggjadag kl. 9.00-15.00