Landsstýrismaðurin í vinnumálum á vitjan hjá Tvøroyrar Kommunu

Landsstýrismaðurin í vinnumálum á vitjan hjá Tvøroyrar Kommunu

17. juni 2026


Mynd: fv. Bjarni Hammer, form. í vinnunevndini, Kristin Michelsen, borgarstjóri, Jacob Vestergaard, landstýrismaður, Umboð fyri hagar, Hallur í Heiðinum, Einar Petersen og Birgir Rasmussen


Ónsdagin 17. juni vitjaði Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum Tvøroyrar Kommunu. 

Á fundinum varð millum annað tosað um ferðavinnu í kommununi og lógina um burðardygga ferðavinnu. 

Tosað varð m.a. um, hvørt tað ber til at skipa ferðavinnuna lokalt í samstarvi við vinnuna, eigarar av høgum og aðrar viðkomandi partar. Hetta soleiðis at ein størri partur av virðisskapanini verður verandi á staðnum og kemur lokalsamfelagnum til góðar

Á fundinum luttóku umboð fyri nakrar av hagapørtunum í kommununi, umboð fyri lokalu ferðavinnuna, kommununa og landsfyrisitingina.

Eftir fundin við lokalu ferðavinnuaktøranir, vóru eisini onnur týdningarmikil mál umrødd. Millum annað varð tosað um Suðuroyarfarleiðina, arbeiðið við at útvega eitt avloysaraskip til Smyril og um framtíðarætlanir og møguleikar, meðan bíðað verður eftir Suðuroyartunlinum.

Kommunan nýtti eisini høvið at kunna landsstýrismannin um ymiskar verkætlanir, sum kommunan fremur í samstarvi við Landsverk, herundir breiðkanina av Hvalbiarvegnum, gongubreytina í Trongisvági og arbeiðið við Froðbiarvegi. Eisini varð tosað um avbjóðingarnar hjá kommununum at fáa asfalt til Suðuroyar.

Tvøroyrar Kommuna fegnast um góða fundin og tað jaliga samskiftið um viðurskifti, sum hava stóran týdning fyri menningina í kommununi og Suðuroynni.